- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenningurin fær ikki niðurstøðuna at vita
Fær EIK ein skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur?
Er niðurstøðan tann sama, at EIK hevði rætt til skattafrádráttin?
Um ikki, hevði TAKS so ábyrgd av, at niðurstøðan á sumri í 2015 var skeiv?
Heldur TAKS, at kunningin frá EIK um skattamálið var ófullfíggjað?
Spurningarnir eru nógvir í størsta skattamálinum í Føroyum nakrantíð. Men TAKS ætlar sær ikki at svara spurningunum. Tá TAKS hevur tikið avgerð í málinum, fer TAKS ikki at siga almenninginum, hvør niðurstøðan er.
Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, við Kringvarpið í dag.
Drúgv tilgongd
TAKS hevur havt skattamálið til viðgerðar av nýggjum í 232 dagar. Tað var Jørn Astrup Hansen, sum reisti málið um skattafrádráttin í fjølmiðlunum í februar.
TAKS hevði tá játtað bankanum 90 milliónir krónur í skattafrádrátti.
Tað helt Jørn Astrup Hansen vera skeivt – tað var ikki grundarlag fyri at drena føroyska landskassan fyri 90 milliónir krónur, segði hann tá.
Orsøkin til, at skattafrádrátturin var játtaður, var, sambært Astrup, at EIK hevði ikki latið TAKS allar upplýsingarnar í málinum.
Eik svaraði beinanvegin, at bankin hevði roynt at upplýst føroysku skattamyndugleikarnar til fulnar, og at bankin hevði onga ábyrgd av, um niðurstøðan hjá TAKS var skeiv.
Fjølmiðlarnir kannaðu málið
Fjølmiðlarnir fóru síðan at grava í málinum og tá komu eina rúgva av upplýsingum og sjónarmiðum undan kavi. Millum annað, at kunningin hjá EIK til TAKS var ófullfíggjað.
Alt hetta bar við sær, at TAKS fór at viðgera málið aftur.
Men TAKS fer ikki at siga føroya fólki, um EIK hevði rætt til skattafrádráttin fyri 90 milliónir krónur ella um tað var grundarlag fyri at drena føroyska landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum Astrup tók til.
90 milliónir krónur, tað svarar til umleið 2000 krónur í part frá øllum føroyingum.
Kringvarpið skilir, at TAKS sendi Eik niðurstøðuna til hoyringar hósdagin í síðstu viku, og Eik svaraði niðurstøðuni í dag.
Onga viðmerking
Eyðun Mørkøre hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um TAKS er komið til eina niðurstøðu.
Og hann hevur heldur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um EIK fær ein skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur ella ikki.
- Vit meta ikki, at TAKS hevur rætt til at geva almenninginum innlit í eitt mál millum TAKS og eina fyritøku, sigur hann.
TAKS er til fyri skattaborgaran í Føroyum. Skattaborgaran, sum hevur stóran áhuga í at vita, um EIK av órøttum fekk ein skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur ella ikki.
Spurdur, um TAKS ikki hevur skyldu at upplýsa teimum, sum eiga TAKS um niðurstøðuna í størsta skattamálinum í Føroyum nakrantíð, er svarið tað sama, at hetta er eitt mál millum TAKS og EIK.
Um EIK ella onnur lata fjølmiðlunum niðurstøðuna, so er støðan ein onnur, sum TAKS fer at taka støðu til tá.