Kirkjan ger sum hon vil

Kirkjan ger sum hon vil
Tað, sum hevur týdning, er at samkynd fáa nøkur borgarlig rættindi, sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna
11.05.2017 - 21:32

- Hvat kirkjan ger, má kirkjan um, og hon fær frælsi til at gera tað, sum hon vil.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, um avgerðina hjá Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, at hinskynd, sum eru vígd borgarliga, skulu ikki fáa møguleika at verða signað í kirkjuni, verður hjúnabandslógin broytt.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at tað, sum hevur týdning, er, at samkynd fáa nøkur borgarlig rættindi.

Hon stúrir ikki fyri, at avgerðin hjá biskupi kann hava við sær, at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina fellur í tinginum.

Sonja Jógvansdóttir var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360