Uppboðssølan skal broytast

bannari
Uppboðssølan skal broytast
Tað vóru bara feløg, sum høvdu eginkvotur frammanundan, sum keyptu veiðirættindi á uppboðssølan. Nú skulu broytingar gerast.
27.08.2018 - 19:52

Verandi uppboðssøluskipan leggur upp til ójavna kapping.

Tað heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal.

- Tí skal hon broytast, sigur hann.

Teir verandi keyptu

Meira ella minni somu virkandi, sum frammanundan vóru í fiskivinnuni, keyptu rættindini, ið vórðu boðin út á uppboðssølu í ár.

Tilsamans vórðu góð 117 túsund tons seld á uppboði í ár og av teimum keypti Næraberg ein slakan triðing og Varðin ein fjórðing.

Ætlanin var annars, at uppboðssølan skuldi verða eitt høvi hjá nýggjum aktørum at sleppa framat fiskatilfeinginum.

- Tað hevur ikki riggað í nóg stóran mun, ásannar landsstýrismaðurin.

Samgongan ætlar nú at gera broytingar, ið skulu verða teimum til fyrimunar, ið ikki hava eginkvotur frammanundan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860