Viðmerkjari: Henrik Old vorðin pínslarváttur

Viðmerkjari: Henrik Old vorðin pínslarváttur
Henrik Old hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum
01.10.2018 - 20:45

Henrik Old kendi seg tiknan av ræði í málinum um, hvønn tunnil tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera fyrst, og tí avgjørdi hann at leggja frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkir málsøkið fyribils, og tað ganga nakrar vikur, áðrenn annað landsstýrisfólk verður sett.

Georg L. Petersen, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, væntar ikki, at tað fær nakrar avleiðingar fyri samgonguna, at Henrik Old er farin úr landsstýrinum, men hann er onkursvegna vorðin ein pínslarváttur, heldur blaðstjórin á Dimmalætting

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086