400 fólk fara at renna í fjøllunum

400 fólk fara at renna í fjøllunum
Hundratals útlendingar skulu um vikuskiftið renna fjallarenning í føroysku fjøllunum
05.09.2019 - 19:55

Hundratals útlendingar skulu um vikuskiftið renna fjallarenning í føroysku fjøllunum. Hetta er í samband við festivalin4 Átjan Wild Islands. Talið av tilmeldaðum er tvífalda síðani tiltakið var fyrstu ferð í fjørð.

Átjan Wild Islands er ein renni- og tónleika festivalur, sum strekkir seg frá mikudegnum 4. Septembur til og við sunnudagin 9. Septembur.

Høvuðsendamálið við festivalinum er at renna í føroysku fjøllunum og at lurta eftir góðum tónleiki. Sokallað mountain trail running. Luttakarirnir kunnu sjálvir velja, um teir vilja renna 10, 25, 42 ella 60 kilometrar.

Fyri at tiltakið skal eydnast væl, hava fyriskiparirnir lagt dent á, at trygdin er í lagi. Tá luttakarirnir møta til kunning í Perluni, verður øll teirra útgerð kannað. Rennarirnir verða tískil ikki bara sleptir uppá fjall.

Tað er ikki bara renning á skránni hesar dagarnar. Luttakararnir kunnu millum annað tekna seg til grottu svimjing, surfing, klatring, stand up paddle ella at sigla kajakk í Bø.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155