Fiskivarði fekk ongan makrel

Fiskivarði fekk ongan makrel
Bátarnir í bólki 4B standa eftir sum svartiper, hóast endamálið var, at øll skuldu fáa burtur av makrelríkidøminum
14.01.2020 - 10:03

Fróði Eidesgaard eigur og rekur Fiskivarða, sum upprunaliga var trolbátur, men er umbygdur til línuveiðu.

Eftir nýggjastu broytingini í sjófeingislógini fáa eisini línubátar makrelkvotu, men ikki Fiskivarði, tí hann er ov lítil.

Eftir umbyggingina í 2016 flutti Fiskivarði úr bólki 4T yvir í bólk 4B, sum ikki fær makrelkvotu at selja víðari.

Johan Dahl, næstformaður í vinnunevndini, sigur, at hesin skipabólkur er dottin niðurímillum.

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037