Fagnaðurin fevnir allar íðkarar

Fagnaðurin fevnir allar íðkarar
Fimleikafagnaðurin er ein serstakt tiltak í føroyska fimleikalandslaðnum, tí íðkarar í øllum aldri og á einum hvørjum støði sleppa framat
Rúni Dam
27.01.2020 - 17:30

Støkk vann fimleikafagnaðin, sum var í Norðulandshúsinum í Havn um vikuskiftið. 

Uppgávan hjá teimum fimm luttakandi feløgunum var at tulka evni, 'kongaríkið' og vísa úrslitið - og breiddina í felagnum -  við rørslum, ljósi, tónleiki og ikki minst hugflogi.

Hetta er seytjandu ferð, at fagnaðurin er á skránni, og breið semja er um, at tiltakið er so nógv annað enn ein kapping.

 - Her skulu øll sleppa við, eisini tey, sum ikki eru elitufimleikarar, sigur Jenny Petersen, sum hevur verið dómari til fagnaðin fleiri ferðir.

 - Hann samlar alt felagið, og tað er gott fyri felagsskapin, sigur Gunn Reginsdóttir Hermansen, forkvinna í Fimleikasambandinum og samskipari.

Fimm feløg og 400 íðkarar tóku lut í fimleikafagnaðinum í ár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650