- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið má flytast móti fólkinum
Málið má flytast móti fólkinum
-Eg havi varhugan av, at føroyska málið viknar. Og tí mugu vit flyta málið inn har, sum fólkið er, sigur Jonhard Mikkelsen, virðislønarvinnari.
Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum
16.04.2020 - 20:52
Jonhard Mikkelsen og forlagið Sprotin fingu mikukvøldið Heiðursløn Vígdisar Finnbogadottir. Talan er um eina nýggja virðisløn, sum skal latast hvørt ár fyri munaverd avrik, máli og mentan til frama. Við heiðrinum fylgja seks milliónir íslendskar krónur, slakar 287.000 føroyskar.
Í innslagnum tosa vit við Jonhard Mikkelsen um avbjóðingarnar hjá føroyska málinum ídag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















