Zacharias var eldhugaður sjónvarpsmaður

Zacharias var eldhugaður sjónvarpsmaður
Við sínum fólksliga stíli var Zacharias Hammer ein av undangongumonnunum at gera føroyskt sjónvarp. Hann var 68 ár, nú hann andaðist.
09.06.2020 - 19:46

Zacharias Hammer var eldhugaður og óttaleysur forteljari. Hann var góður eygleiðari og ferðaðist óræddur við upptøkutólinum í skorðum, bjørgum og harðbalnum høvum, og hann eigur stóran part av rúgvismikla tilfarinum í sjónvarpssavninum.

Í 2001 fekk hann viðurkenning fyri sítt stóra mentanarliga arbeiðið, tá ið hann fekk M.A. Jacobsens-virðisløn fyri serligt mentanaravrik. Zacharias Hammer starvaðist eisini sum lærari, men slepti ongantíð sjónvarpsmiðlinum.

Nú hann andaðist, hevði hann júst - saman við fólki úr Kringvarpinum - lagt seinastu hond á tríggjar sendingar um fiskiskap við línuskipum undir Føroyum og á Flemish Cap. Hesar sendingarnar verða sendar í heyst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472