Óskil á lønaravgreiðslu

Óskil á lønaravgreiðslu
Í fleiri ár hevur manningin á Teistanum arbeitt tveir-triðings tíð við fullari løn
11.06.2020 - 19:33

Talan er um eitt mistak, sum hevur havt stórar meirútreiðslur við sær.

Orsøkin er ein sárbar lønarskipan hjá Strandferðsluni, sum Landsgrannskoðanin ávaraði um longu í 2013. Landsgrannskoðanin hevur í fleiri umførum gjørt vart við trupulleikan í sínum ársfrágreiðingunum. 

Í september 2019 gjørdist leiðslan á Strandferðsluni varug við, at manningin á Teistanum er vaktarsett munandi minni, enn tey skulu, við fullari løn. Manningin er eisini skrásett fyri 10.000 minustímar. 

Í dag eru tríggjar manningar umborð á Teistanum, men nú, leiðslan á Strandferðsluni er vorðin varug við mistakið, verður farið niður í tvær manningar.

Hetta hevur við sær, at nakrir av manningini hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, meðan aðrir verða fluttir í onnur størv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781