Ólógligar koronukanningar

bannari
Ólógligar koronukanningar
Neyðugu loyvini eru ikki komin upp á pláss til at fara í gongd við koronukanningarnar, sum skulu setast í verk við føroysku mørkini í morgin
Eyðhild Skaalum er stjóri í Dátueftirlitinum
26.06.2020 - 21:00

Talan er um viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum. Tí er neyðugt við loyvi frá Dátueftirlitinum, og slíkt loyvi er ikki givið, hóast landslæknin í gjár segði nakað annað.

Tað er Heilsumálaráðið, ið hevur heitt á Koronuráðgevingina á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, um at standa fyri kanningunum, sum privatu fyritøkurnar Thetis og Amplexa fremja í verki.

Læknafakligur ábyrgdarpersónur fyri kanningunum er Pál Weihe. Hann sigur við Kringvarpið, at um neyðugu loyvini ikki eru upp á pláss, tá kanningarnar skulu byrja klokkan tvey í morgin, so verður ikki farið í gongd við at krevja fólk kannað, fyrr enn neyðugu loyvini eru í lagi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í viðmerking, at hann gongur út frá øll loyvini eru upp á pláss. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vil ikki viðmerkja støðuna.

Kringvarpið hevur eisini spurt Landslæknan, hví hann í gjár upplýsti, at øll loyvi vóru í lagi. Men enn hevur landslæknin ikki svarað.

Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, sum hevur ábyrgdina av Koronuráðgevingini, sigur við Kringvarpið í kvøld, at arbeitt verður av øllum alvi at fáa neyðugu loyvini klár til klokkan tvey í morgin, tá fyrstu kanningarnar altso skulu gerast.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472