1,8 milliardir til nýggj fiskiskip

1,8 milliardir til nýggj fiskiskip
Fiskivinnupolitikkurin er nógv broyttur síðani løgtingsvalið í fjørheyst. Verandi aktørar hava fingið tryggar karmar og gera risa íløgur í skip
17.07.2020 - 20:16

Í innslagnum vísa vit høvuðsbroytingarnar í fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu, sammett við undanfarnu.

Vit tosa við reiðaran Kristian Martin Rasmussen, sum skrivar undir sáttmála um nýtt skip fyri 300 milliónir.

-Vit skulu ikki føra politikk, men byggja skip, tá tíðin er hin rætta, sigur royndi reiðarin, sum tó óttast at ov lítið verður til nýggju aktørarnar, tá heildarkvoturnar fara at minka aftur.

Vit tosa við Eyðun Olsen, stjóra í Vestmanna Fiskavirki, sum fekk stóra menningarkvotu undir síðstu samgongu, og nú skal fóta sær í nýggja fiskivinnupolitikkinum.

-Vit hava prógvað okkara virði, sigur Eyðun Olsen.

Og vit tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum nú skal leggja seinasta kortið í fiskivinnukabalini, tá hann í næstum býtir út uppsjóvarkvotur til nýmenning og ískoytiskvotur. 

Síðstu árini hevur landskassin fingið alsamt fleiri inntøkur í beinleiðis avgjøldum frá fiskivinnuni

2016: 213 milliónir krónur  (60 mió frá uppboðssølu, 153 mió frá tilfeingisgjaldi)

2017: 296 milliónir krónur  (135 mió frá uppboðssølu, 161 mió frá tilfeingisgjaldi)

2018: 303 milliónir krónur  (143 mió frá uppboðssølu, 160 mió frá tilfeingisgjaldi)

2019: 369 milliónir krónur  (188 mió frá uppboðssølu, 181 mió frá tilfeingisgjaldi)

Vit spurdu Búskaparráðið, hvussu broytti fiskivinnupolitikkurin ávirkar føroyska samfelagið og inntøkur landskassans, men tey bóru seg undan at svara í dag.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158