Jógvan Asbjørn Skaale farin

Jógvan Asbjørn Skaale farin
Fyrsti stjórin í Sjónvarpi Føroya, Jógvan Asbjørn Skaale, andaðist leygardagin
10.08.2020 - 19:35

Jógvan Asbjørn Skaale var tann fyrsti á skíggjanum tann 1. apríl í 1984, tá ið Sjónvarp Føroya fór at senda.

Hann var kendur og íðin sjónvarpsmaður. Hann var fyrsti stjórin í Sjónvarpi Føroya frá 1984 til 1993.

Undan tí var hann formaður í Sjónvarpsfelagnum. Sjónvarpsfelagið var ein roynd hjá einstaklingum at fáa føroyskt sjónvarp.

Sum formaður var hann ein av undangongumonnunum, sum løgdu trýst á politisku skipanina at fáa eitt alment føroyskt sjónvarp.

Jógvan Asbjørn Skaale var útbúgvin lærari og var eisini kendur listamaður. Hann var 73 ár, nú hann andaðist.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040