Koyringin til Runavíkar kann ikki steðgast

Koyringin til Runavíkar kann ikki steðgast
Tórshavnar kommuna fær einki gjørt við, at 20.000 lastbilar við gróti fara at koyra ígjøgnum býin til Runavíkar.
08.09.2020 - 19:16

Tað er niðurstøðan, nú umsitingin hjá Býráðnum hevur kannað málið.

Eru illa við

Í Tórshavnar býráð eru tey illa við av, at grótlastir í túsundatali skulu koyrast ígjøgnum Havnina og til Runavíkar, tá Eysturoyartunnilin letur upp.

Runavíkar kommuna hevur gjørt avtalu við tunnilsfelagið um, at kommunan fær grótið ókeypis. Tó skal kommunan gjalda fyri koyringina og gjalda tunnilsgjaldið í Eysturoyartunnlinum.

Tað fer at hava størri ferðslu við sær á vegum í Havn, har ivaleysa trongt er frammanundan, tað gevur eisini kommununi eyka útreiðslur til viðlíkahald av sliti  - og dálkingin verður verri.

Í Tórshavnar Býráð eru vit samd um, at hetta er ófatiliga langt úti, sigur Gunvør Balle, býráðslimur við IN.FO.

Tí nú er úrslitið, at bæði Runavíkar kommuna og tunlafelagið fara at fáa stóran vinning, meðan vit standa eftir sum apukattar við allari dálkingini, øllum slitinum av vegunum og øllum ampunum annars, sigur Gunvør Balle, býráðslimur við IN.FO

Tosað hevur verið um, hvat gerast kann - um býráðið á nakran hátt kann steðga koyringini, men niðurstøðan hjá býráðsumsitingini er, at tað ber ikki til.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904