– Ein er tíðin at dansa

bannari
– Ein er tíðin at dansa
Eg eri bangin fyri at punktera, um eg skal vera borgarstjóri í 12 ár, sigur Jógvan í Skorini, fráfarandi borgarstjóri í Eiðis kommunu
Jógvan í Skorini hevur verið borgarstjóri á Eiði síðani 2013, men gevst nú.
10.11.2020 - 19:09

Ein av teimum 11 borgarstjórunum, sum ikki bjóða seg fram aftur til kommunuvalið í ár, er Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. 

Jógvan í Skorini hevur verið borgarstjóri í kommununi í átta ár, og sambært honum sjálvum, er rætta løtan at gevast komin. 

Fýra ár afturat ov leingi

Eg eri bangin fyri, at eg havi hug at punktera, um tað var komið upp á 12 ár. Hevði tað verið tvey ár afturat, so vænti eg kanska, at eg hevði stillað upp aftur, sigur fráfarandi borgarstjórin. 

Hesi seinastu átta árini eru nógvar broytingar framdar í bygdini, og nógv av hesum er Jógvan í Skorini glaður fyri, nú hann hyggur aftur á árini sum borgarstjóri. 

Økið í Hólmanum við vøllinum, bygdasalinum og venjingarhølinum, mentanarhøll upp í skúlanum, frítíðarskúla og nýggjar íbúðir. Tað er sera nógv at gleðast um, sigur Jógvan í Skorini. 

Kommunusamanlegging ikki eitt mál

Í mun til nógvar aðrar kommunur, har samanlegging við øðrum kommunum hevur fylt nógv, so hevur hetta ikki fylt nógv í kommunustýrinum á Eiði. 

Eg dugi ikki at síggja nakran fyrimun her hjá okkum við kommunusamanlegging. Vit hava eina kommunu, sum er fíggjarliga væl rikin, vit hava gott samstarv við grannakommunur, sigur Jógvan í Skorini.

– Vit hava lægri skattaprosent enn allar aðrar kommunur í miðstaðarøkinum, og vit hava ein høgan barnafrádrátt. Vit hava alt tað her norðuri, sum ein stór kommuna eigur at hava. So eg vænti, at um tú spyrt fólkið her, so er eingin við upp á kommunusamanlegging.

Vænti eina sjónliga kommunu

Nú skal eitt nýtt kommunustýri veljast á Eiði, og tað verður við einum nýggjum borgarstjóra á odda. 

Fráfarandi borgarstjóran væntar eina sjónliga kommunu, og hann vónar, at framsíggin fólk, sum tora at taka avgerðir, verða at síggja í komandi stýrinum.

Enn hevur borgarstjórin ikki tikið avgerð um, hvat næsta stigið verður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161