11 kommunur fáa við vissu nýggjan borgarstjóra

bannari
11 kommunur fáa við vissu nýggjan borgarstjóra
Fleiri borgarstjórar kring landið stilla ikki upp aftur
Vága kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra. Eyðdis Hartmann Niclasen, núverandi borgarstjóri, stillar ikki upp aftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2020 - 17:58

Hóast valstøðini ikki eru latin aftur enn, so eru tað allíkavæl summar kommunur, sum við vissu fáa nýggjan borgarstjóra.

Í 11 av teimum 29 kommunum í Føroyum hava sitandi borgarstjórar longu boðað frá, at hesir ikki stilla upp aftur.

Talan er um hesar kommunurnar:

Kommuna Borgarstjóri
Eiðis kommuna Jógvan í Skorini
Eysturkommuna Jóhan Christiansen
Hovs kommuna Jónsvein Hovgaard
Húsavíkar kommuna Brynhild Sørensen
Kunoyar kommuna Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu
Kvívíkar kommuna Heri Muller
Nes kommuna Jóhannes Danielsen
Porkeris kommuna Mikkjal Sørensen
Sunda kommuna Heðin Zachariasen
Sørvágs kommuna Aimé Jacobsen
Vága kommuna Eyðdis Hartmann Niclasen

 

Vaktarskifti í Sunda kommunu

Millum teir borgarstjórarnar, sum ikki stilla upp aftur, er Heðin Zachariasen, sum í mong ár var borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu, áðrenn kommunan í 2005 gjørdist partur av Sunda kommunu.

Zachariasen gjørdist borgarstjóri á fyrsta sinni í 1997 í Hvalvíkar kommuna, og helt eftir samanleggingina í 2005 fram sum borgarstjóri í Sunda kommunu til 2008.

Í 2019 varð hann valdur á Løgting. Heðin hevur verið virkin í kommunupolitikki í 24 ár, men nú var tíðin komin at gevast. Les meira og hoyr samrøðu við fráfarandi borgarstjóran í Sunda kommunu her.  

Riggar av eftir eittans valskeið

Eisini Vága kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra. Núverandi borgarstjóran, Eyðdis Hartmann Niclasen, bjóðar seg nemliga ikki fram aftur. 

Hon bjóðaði seg fyri fyrstu ferð fram í politikki á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan, og hevur tískil bara sitið sum borgarstjóri eitt valskeið.

Hon fekk fjórðflestar atkvøður í Vága kommunu, 55 í alt, og samráddi seg í sessin sum borgarstjóri.

- Eg ætli mær ikki at verða livibreyðspolitikari, og ætlanin var ongantíð at vera borgarstjóri meira enn fýra ár. Mær leingist eisini aftur í starvið í Smyril Line, sigur hon um orsøkina til, at hon nú takkar fyri seg. 

Hoyr longri samrøðu við Eyðdis her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329