Barentshavið má við í roknistykkið

Barentshavið má við í roknistykkið
-Gloym ikki Barentshavsflotan og annan fiskiskap á fjarleiðum, tá veiðigjøldini skulu ásetast, ljóðar áheitanin frá stjóranum í Varðanum.
04.02.2021 - 19:39

Í ár er føroyska kvotan í russiska og norska partinum av Barentshavinum, íroknað Svalbard, tilsamans 24.440 tons av toski, 2869 tons av hýsu og umleið 1800 tons av øðrum botnfiski. Harumframt koma 4000 tons av rækjum, sum kunnu fiskast í russiskum sjógvi.

Afturfyri sleppa russisk og norsk skip at fiska í føroyskum sjógvi. Tilsamans 82.000 tons av svartkjafti. Góð 21.000 tons av makreli. 10.000 tons av norðhavssild - umframt 4500 tons av longu, blálongu og brosmu, og 800 tons av øðrum botnfiski.

-Hesar kvoturnar mugu takast við í samlaða roknistykkið, tá veiðigjaldið skal ásetast, heldur Bogi Jacobsen:

Sambært galdandi lóg er veiðigjaldið 50 oyru/kilo fyri botnfisk í Barentshavinum. Fyri uppsjóvarfisk er veiðigjaldið 1,50 krónur/kilo fyri makrel. 60 oyru/kilo fyri norðhavssild og 0,25 oyru/kilo fyri svartkjaft.

Samanbera vit veiðigjøldini á uppsjóvarfiskinum, sum Føroyar lata afturfyri Barentshavskvoturnar, við veiðigjøldini á kvoturnar, sum Føroyar fáa afturfyri í Barentshavinum, er munurin stórur. 

Einfalda roknistykkið sær soleiðis út:

Makrelur:  21.100 tons á 1,50 kr/kg = 31,7 mió
Norðhavssild: 10.000 tons á 0,60 kr/kg = 6 mió
Svartkjaftur: 82.000 tons á 0,25 kr/kg = 20,5 mió
Tilsamans:  58,2 mió

Botnfiskur í Barentshavinum:  29.100 tons á 0,50 kr/kg = 14,5 mió

Munurin er 43,7 milliónir krónur.

Smáar 44 milliónir hevði landskassin sostatt fingið afturat í tilfeingisgjaldi, um pengarnir vórðu kravdir inn, áðrenn kvotur vórðu býttar um við onnur lond.

Landsstýrið hevur sett sær fyri, at veiðigjaldið skal vera á støði sum í 2018, tað vil siga góðar 300 milliónir krónur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín moður
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498
Hósdag 19. februar
Anna Lovisa: Røttu skógvarnir
204499