- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump broytir tónalag eftir ósigurin á miðskeiðsvalinum

Donald Trump hevur broytt tónalag eftir miðskeiðsvalið í USA, har demokratarnir hava vunnið meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum.
Undan valinum heitti Trump á sínar stuðlar um at fara á val og ímynda sær, at hann sjálvur stillaði upp.
Men eftir ósigurin er boðskapurin ein annar.
Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, skrivar Trump:
– Eg var ikki á atkvøðuseðlinum, og hevði eg verið tað, høvdu vit vunnið stórsigur.
Leggur ábyrgdina á valevnini
Í samrøðu við Fox News hevur Trump eisini víst á, at republikansku valevnini ikki megnaðu at fáa nóg nógvar av hansara stuðlum á val.
Sambært forsetanum vóru fleiri av valevnunum ikki nóg trúgv móti honum og politisku rørsluni MAGA.
Áðrenn valið royndi Trump annars sjálvur at fáa veljararnar at síggja miðskeiðsvalið sum eitt val um hann og politikkin hjá honum.
Hóast ósigurin hevur Trump sagt við The New York Times, at hann góðtekur valúrslitið, og er sinnaður at samstarva við demokratarnar.



























