Skal rógva á Berkeley

Skal rógva á Berkeley
Í august fer 19 ára gamli rógvarin, Brandur Kjølbro, til USA, har hann skal rógva fyri stórt universitet. Afturfyri fær hann skúlagongdina ókeypis
03.05.2021 - 19:01

Hann er bert 19 ár, men hevur longu gjørt vart við seg í føroyskari rógving í nógv ár.

Í løtuni fyrireikar Brandur Kjølbro seg at rógva Klaksvíking, sum ikki hevur verið mannaður seinastu tvey árini, aftur til heiðurs og æru. Eftir tað bíðar ævintýrið.

Til USA at rógva

Í august fer Brandur Kjølbro til Kalifornia. Har skal hann lesa á og rógva fyri kenda universitetið, Berkeley, sum er nummar 22 á listanum yvir bestu skúlar í USA.

Eftir at hann tók lut á nøkrum innandura rógvistevnum, settu fleiri universitet seg í samband við Brand og bjóðaðu honum eitt sokallað scholarship. Valið fall á Berkeley, sum eftir hansara tykki bjóðaði størstu ítróttarligu avbjóðingina. Afturfyri at umboða universitetið í skullararógving, fær hann skúlagongdina, sum annars ikki kostar heilt lítið, mestsum ókeypis.

 - Teir settu seg í samband við meg og spurdu, um eg var áhugaður í at koma yvir at kappast fyri teir, og vit hava prátað saman síðani, sigur Brandur Kjølbro.

 - Tað koma bara 11 inn um árið, hópurin er avmarkaður og tað ræður um at kappast um at koma í besta bátin. Berkeley hevur eisini staðið seg væl í kappingini við aðrar skúlar, so tað ljóðaði spennandi hjá Brandi, sigur pápin, Eyðun Kjølbro. 

Kann koma langt

Seinastu árini hevur Sverri Sandberg Nielsen sett dagskránna, tá tað snýr seg um føroyingar og rógving. Miðvingurin hevur flutt mørk, og gongst eftir ætlan, skal hann umboða Danmark í einskullara á Olympisku Leikunum í Tokio í summar.

Brandur Kjølbro skal næstu fýra árini lesa og rógva á Berkeley, og róðrarfelagarnir halda, at hann kann røkka langt.

 - Hann kann verða tann næsti, sum kemur at umboða okkum í OL. Hann hevur allar fyritreytir til tað, sigur Magnus Norðberg, sum eisini rør við Klaksvíkingi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985