Bjarki og Sarah til oyggjaleikirnar

Bjarki og Sarah til oyggjaleikirnar
Bæði Sarah Vallin og Bjarki Johannessen kláraðu oyggjaleikakravið til Guernsey í 2023, tá tey vunnu FM í hálvmaraton í Klaksvík leygardagin
11.05.2021 - 00:03

Sarah Vallin og Bjarki Johannessen vunnu føroyameistaraheitið í hálvmaraton, sum var í Klaksvík um vikuskiftið. 

Samstundis runnu bæði tvey undir kravtíðina til oyggjaleikirnar á Guernsey, sum verða í 2023. 

Bjarki Johannessen rann 21 kilometra teinin upp á 1.14.39, 21 sekund undir kravtíðina, sum er 1.15.00. Hann fekk góða hjálp frá hinum øðrum rennarum. 

 - Eg visti, at formurin lá nøkulunda til at klára oyggjaleikakravið, so eg havði avtalað við Peter (Jensen, red.), um hann kundi hjálpa mær eitt sindur, og Rógvi (Kárason, red.) hektaði seg so uppá, og vit fylgdust til 12 kilometrar, og so mátti eg taka oddasessin, sigur Bjarki Johannessen.

Spenningur var eisini, um Sarah Vallin fór at renna undir kravtíðina hjá kvinnum upp á 1.27.00. Tað megnaði hon væl og virðiliga. Hon vann við tíðini 1.24.55.

Úrslit, menn:
1. Bjarki Johannesen (Roysnið): 1.14.39
2. Rógvi Kárason (Bragdið): 1.17.15
3. Peter Jensen (Bragdið): 1.18.25

Úrslit, kvinnur:
1. Sarah Vallin (Bragdið) 1.24.55
2. Ella Áarstein (Treysti) 1.43.04
3. Hergerð Heldarskarð (Bragdið) 1.43.38

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981