Flestu skaðar í Vágum

Flestu skaðar í Vágum
Í Sandavági er ein tekja rivin, takplátur flúgva í storminum og løgreglan biður folk um at halda seg innandura
Veðrið er framvegis ringt um alt landið. Savnsmynd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2024 - 08:36

Løgreglan hevur higartil fingið 35 skaðafráboðanir eftir illveðrið í nátt og morgun. Ringa veðrið í nátt hevur serliga gjørt um seg í Vágum, har ein triðingur av skaðafráboðanunum eru. 

Í Steigarbrekku í Sandavági er tekjan rivin á einum sethúsi, og takplátur flúgva í storminum. Løgreglan heitir tí á fólk í økinum um at halda seg innandura, tí flúgvandi takplátur kunnu vera sera vandamiklar. Sambært løgregluni er enn ov tíðliga at siga, hvønn skaða rivna tekjan hevur gjørt á onnur hús og lutir í økinum.

Í Miðvági er línuskipið Havbúgvin við at slíta. Skipið hongur í einum trossa, og Vága Bjargingarfelag og onnur royna at fáa tamarhald á støðuni, so skipið ikki slítur. Men arbeiðið er trupult, tí framvegis er nógvur vindur, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni.

Nógvastaðni eru vegaristirnar tiptar av ísi og gleri, og tí er eisini nógv vatn á vegunum. 

Landsverk upplýsir, at koyrilíkindini eru sera vánalig um alt landið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860