Ikki besta tíðin at fiska makrel

Ikki besta tíðin at fiska makrel
Men uppsjóvarvirkini klára at taka ímóti øllum, hóast føroyska kvotan er hækkað 55 prosent, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos.
04.06.2021 - 19:20

-Hóast makrelkvotan er hækkað 55 prosent, so megna virkini á landi væl at taka ímóti øllum makrelinum. Men tíðin er vánalig til dygdina á fiskinum, og tað kemur eisini at ávirka prísin, sum verður munandi lægri enn vanligt, sigur Jóhan Páll Joensen.

Tá tað var greitt, at eingin felags semja fæst um makrelfiskiskapin í ár, ásettu Føroyar sær týsdagin sína egnu kvotu, sum verður heili 167.000 tons.Tað eru 60.000 tons meira enn føroyska heildarkvotan í fjør.

Kunngerðin, sum býtir makrelin millum skipabólkarnar, er ikki lýst enn. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur at í útgangsstøðinum fara allir bólkar at fáa sín lutfalsliga part av øktu kvotuni.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890