- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Jógvan Andrias Joensen var sum smádrongur sendur til Danmarkar til viðgerðar og var burtur frá familjuni í fleiri ár. Tá hann kom heimaftur, dugdi hann ikki longur føroyskt.
Í Beinleiðis úr Studio 5 greiddi hann frá, hvussu tónleikurin og skrivingin hava hjálpt honum at vinna á einsemi, ótta og vreiði og finna sína egnu rødd.
Jógvan Andrias Joensen hevur í nógv ár verið ein virkin partur av føroyskum mentanar- og tónleikalívi. Men aftan fyri sangirnar liggur eisini ein persónlig søga um at missa fótafesti og royna at finna heim aftur.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











