Sundabáturin vann grannauppgerðina greitt

Sundabáturin vann grannauppgerðina greitt
Sundabáturin og Páll Fangi hava kappast alt róðrarárið í 6-mannaførum við monnum. Sundamenn hava havt munin seinastu stevnurnar, og á Varmakeldu vunnu teir við eini bátslongd
05.07.2021 - 11:33

Norðoyabátarnir, Páll Fangi og Sundabáturin, hava kappast hetta róðrarárið hjá 6-mannførunum við monnum.

Á Varmakeldu varð Sundabáturin greiður vinnari í grannauppgerðini ímóti bátinum úr Klaksvíkar Róðrarfelag. Munurin var ein góð bátslongd.

- Eg haldi, at tað er stuttligt at kappast ímóti teimum. Vit væntaðu, at teir vóru nokkso góðir, men teir hava tikið okkum á bóli, at teir eru somikið góðir. Stórt rós til teir, tí teir eru rættiliga undir, segði Bárður Rasmussen á Sundabátinum.

6-MANNAFAR, MENN

Nr Bátanavn Tíð Stig Gult Reytt
1 Sundabáturin 04:50.30 7 0 0
2 Páll Fangi 04:52.43 6 0 0
3 Smyril 04:56.07 5 0 0
4 Gongurólvur 04:58.11 4 0 0
5 Hvessingur 04:58.14 3 0 0
6 Strálan 05:00.21 2 0 0
7 Hósvikingur 05:04.27 1 0 0
8 Fortuna 05:05.12 0 1 0
9 Romulus 05:08.30 0 0 0
10 Víkingur 99:99.99 0 0 1


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985