Rani Allansson Dalsgarð silvur í kapping í Rumenia

Rani Allansson Dalsgarð silvur í kapping í Rumenia
Rani Allansson Dalsgarð fekk annað pláss á gólvinum í kapping í Rumenia ímóti rumenskum og ungarskum fimleikarum
19.09.2021 - 19:29

Rani Allansson Dalsgarð fekk í dag annað plássið í sterkari kapping í amboðsfimleiki í Rumenia.

Hann fekk annað plássið á gólvinum í kapping við rumenskar og ungarskar fimleikarar. Rani Allansson Dalsgarð fekk 13,65 stig, meðan vinnarin úr Ungarn fekk 14,20 stig.

 - Eg eri væl nøgdur við seriuna sum heild, men eitt mistak í stemminum var størri enn væntað og taldi 0,5 niður. Hetta gjørdi, at munurin millum meg og nummar eitt bleiv størri enn væntað. Hevði eg ikki gjørt hendan feilin, so hevði eg kanska vunnið gull, sigur Rani Allansson Dalsgarð.

 - Men eg eri sera væl nøgdur við lopini, sigur hann.

Tríggir aðrir fimleikarar vóru við í kappingini, sum kallast Romgym Trophy Artistic Gymnastics. Aron D. Jacobsen, Hjálmar A. Dalsgarð og Tóki J. Strøm umboðaðu eisini Føroyar, men teimum eydnaðist ikki at fáa nakað heiðursmerki.

Sí gólvseriuna hjá Rana Allansyni Dalsgarð omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115