Teitur M. Gestsson: havi ikki orð fyri, hvussu vónbrotin eg eri

Teitur M. Gestsson: havi ikki orð fyri, hvussu vónbrotin eg eri
Føroyski málverjin helt, at søgan hevur dekan ov góðan hug at endurtaka seg. - Hetta var júst sum dysturin ímóti Danmark, segði vónbrotni føroyski málverjin
12.10.2021 - 22:33

 - Hetta var ræðuligt.

Tað segði Teitur Matras Gestsson eftir 1-0 tapi ímóti Skotlandi á Tórsvølli í kvøld.

 - Hetta er aðru ferð, hetta hendir. Danmark-dysturin var akkurát líka sum hetta, so eg havi ikki orð fyri, hvussu vónbrotin eg eri, segði føroyski málverjin.

Lyndon Dykes skeyt skotska málið í síðstu minuttunum, eftir innlegg úr høgru síðu. Ivi var um, hvørt framherjin hevði nýtt hondina til hjálpar, men eftir drúgva VAR-kanning varð málið viðurkent.

 - Eg ivaðist ikki í, at hann kom í hondina á honum, men tað hevur hann opinbart ikki gjørt, segði Teitur Matras Gestsson.

 - Frá mínum sjónarhorni sá tað gott nokk út sum hond.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776