Bjarki og Lydia vunnu í mótvindinum

Bjarki og Lydia vunnu í mótvindinum
Eingin bjóðar Bjarka Johannessen av, og Lydia Jacobsen vann sítt fyrsta hálvmarathon í vánaligum veðurlíkindum um vikuskifti
10.01.2022 - 19:06

Mótvindur og vátakavi eru ikki bestu vinir rennarans, men umleið 30 djarvar sálir høvdu kortini leita sær til Funningsbotn, har Skechers nýggjárshálvmarathon skuldi rennast um vikuskiftið.

Bjarki Johannessen hevur verið mestsum einaráðandi á bæði asfalti og breyt í minst eitt ár, og tá fleiri av kappingarneytum hansara ikki runnu, vann toftamaðurin í stórum stíli við tíðini 1:27:15.

Pauli Poulsen fekk silvuri, og Jonhard Larsen kom á mál sum nummar trý. 

Hjá kvinnum vann Lydia Jacobsen sítt fyrsta hálvmarathon. Hon var á odda allan vegin og kom á mál við tíðini 1:58:52. Heidi Óluvá Jógvansdóttir var nummar tvey og Hallbjørg Danielsen fekk bronsuna.




 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342