- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskur radari ber til
Hetta ber í teoriini til, men tað er ikki nøkur einføld uppgáva, sigur danskur verjuserfrøðingur.
Nýggjur radari verður helst settur upp á Sornfelli, hóast politisku meiningarnar í Føroyum eru ymiskar um málið.
Ein meining er tann hjá Tjóðveldi, sum heldur, at føroyingar bæði skulu eiga og reka radaran.
Í Store Heddinge í Danmark situr Hans Peter Michaelsen. Hann er sjálvstøður verjuserfrøðingur og hevur meira enn 40 ára royndir í danska herinum - harímillum á gomlu radarstøðini á Sornfelli.
Sambært honum, so er tankin hjá Tjóðveldi ikki heilt ómøguligur.
Men hetta er kostnaðarmikið, krevur serútbúgvið fólk, og so er tað eisini ein spurningur um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og eisini við NATO.
Hans Peter Michaelsen og fleiri onnur kann tú síggja og hoyra nógv meira um hóskvøldið, tá vit seta radaramálið á breddan í einari temasending her í sjónvarpinum.















