Christian er sinnaður at fara í landsstýrið

Christian er sinnaður at fara í landsstýrið
Eru boð eftir Fólkaflokkinum í landsstýrinum eftir komandi løgtingsval, so er Christian F. Andresen til reiðar at siga størv og álitisessir frá sær.
18.03.2022 - 22:23

62 ára gamli advokaturin Christian F. Andreasen skal standa á odda fyri Fólkaflokkinum komandi tíðina. Hann er sjeyndi fólkafloksformaðurin í røðini.

Hann hevur higartil borið seg undan at fara í landsstýrið, tí tað hevði kravt, at hann hevði skuað sagt størv, nevndarsessir og aðrar álitissessir frá sær. Tann støðan er nú broytt.

- Sum formaður í Fólkaflokkinum eri eg klárur at fara í landsstýrið eftir komandi løgtingsval. Tað fer eisini við nógvari tíð og orku at vera formaður í Fólkaflokkinum, og eg fari komandi tíðina at taka støðu til, hvussu eg skal brúka mína tíð. Eg haldi tildømis ikki, at tað sømir seg, at formaðurin í Fólkaflokkinum er forseti í Fótbóltssambandinum, og tað fari eg at tosa við feløgini um í næstum, sigur hann.

Spenningar hava verið í Fólkaflokkinum seinastu mánaðirnar, og fremsta uppgávan hjá nýggja formanninum er at savna flokkin.

- Vit skulu eisini burtur frá prátinum um, at Fólkaflokkurin antin er ein útjaðaraflokkur ella ein miðstaðarflokkur. Fólkaflokkurin er ein landsflokkur, sigur hann.

Beinir biðin um at stilla upp

Beinir Johannesen var eisini í uppskoti at gerast formaður.

- Eg var biðin um at bjóða meg fram, og floksleiðslan hevur nú talað. Eg rokni við, at Christian Andreasen er eisini førur fyri at savna flokkin aftur, og hann fær mín fulla stuðul í tí arbeiðinum, sigur hann.

Christian F. Andreasen fekk 15 atkvøður, og Beinir Johannesen fekk 12.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375