Familjan dró málskjútta til Føroyar

Familjan dró málskjútta til Føroyar
Sebastian Lau Nielsen hevur gjørt vart við seg við fimm málum í Betri-deildini. Tað var tó hvørki málskjóting ella fótbóltur yvirhøvur, sum dró danan til Føroyar
11.04.2022 - 18:20

Hann hevur tikið bæði B68-viðhaldsfólkini og mótstøðuverjurnar á bóli í ár. 

Danski framherjin, Sebastian Lau Nielsen, sum kom til Toftir í vetur, hevur veruliga gjørt vart við seg fyrstu umførini.

Higartil hevur hann skotið fimm mál í Betri-deildini fyri toftamenn. 

 - Eg vildi fegin royna meg í aðrari kapping enn tí donsku, sigur Sebastian Lau Nielsen.

26 ára gamli danin, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Lyngby, er útbúgvin pedagogur og arbeiðir í frítíðarskúla.

Tað vóru ikki dreymar um nógv mál fyri B68, sum lokkaðu Sebastian til Føroyar.

 - Eg eri júst liðugur við mína pedagogútbúgving, og unnusta mín er úr Saltnesi. Vit hava júst fingið barn, og eftirsum hon er í farloyvi, hugsaðu vit, at tað hevði verið deiligt at sæð meir til familju okkara í Føroyum, greiðir framherjin frá.

 - Harafturat fekk eg kjansin at spæla í B68, og honum havi eg tikið av.

Eftir tíðina í Lyngby hevur nýggi yndisleikarin hjá toftafólki spælt í triðbestu donsku deildini, men hann trívist væl í bygdafelagnum á Svangaskarði.

 - Tað er hetta, sum skal síggjast á vøllinum. Vit skulu renna tann eina meturin meira, og geva alt tað, vit eiga, fyri hvønn annan, sigur Sebastian Lau Nielsen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418