Landsliðsvenjarin: vit vóru ikki nóg góðir hesaferð

Landsliðsvenjarin: vit vóru ikki nóg góðir hesaferð
Føroyski venjarin, Håkan Ericson, viðgongur, at landsliðið var ikki nóg gott í 4-0 tapinum fyri Turkalandi í Istanbul
05.06.2022 - 00:23

Tað gekk væl, til tað ikki gekk væl longur.

Føroyska landsliðið vardi væl fyrsta hálva tíman ímóti alsamt meir ørkymlaðum heimaliðið, og var eisini á vitjan í turkiska brotsteiginum viðhvørt.

Korthúsið rapaði kortini, tá Cengiz Ünder legði heimaliðið framum átta minuttir fyri steðgin.

Eftir hetta steðgaði í roynd og veru upp hjá føroyingunum, sum ikki megnaðu at halda upp á bóltin, og tískil vóru undir trýsti tað, ið eftir var av dystinum. 

Føroyar vóru ikki nóg góðar, viðgekk landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eisini, eftir 4-0 tapið.

 - Vit mugu bara ynskja Turkalandi til lukku og slikka sárini, staðfesti hann.

Håkan Ericson heldur, at liðið stóð seg nøkulunda fyrsta hálva tíman, tá orkan og spenningurin bar liðið fram.

 - Ta løtuna høvdu vit neyðugu orkuna, og so leingi máltalvan sigur 0-0, er spenningurin og tankin um, at alt kann henda, har, sigur Håkan Ericson.

Eftir at Turkaland fekk tvey stutt undan og eftir steðgin, fór luftin eitt sindur úr ballónini, og hóast roynt var við trífaldaðari utskifting og broyting í spælskipanini, bataði lítið.

 - Vit kundu lagt okkum enn longur aftur og vart burturav, men tá teir komu framum, máttu vit onkursvegna royna at svara aftur, sigur landsliðsvenjarin.

Týskvøldið spælir Føroyar aftur í Nations League. Mótstøðuliðið a Tórsvølli verður Luksemburg, sum vann sín fyrsta dyst 2-0 á Litava.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203