Tindur: formaðurin smíðar bátarnar

Tindur: formaðurin smíðar bátarnar
Rórðarfelagið Tindur úr Eysturkommunu hevur átta manningar við í kappróðrinum í ár. Forvitnisligt er, at formaðurin, John Høgnesen, hevur smíðað fleiri av bátunum róð verður í
13.06.2022 - 17:46

Síðan róðrarfelagið, Tindur, varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt.

Tað byrjaði við tveimum manningum, men nú hevur felagið tilsamans átta manningar, um tú telur barnamanningarnar við.

 - Nú er áhugin eksploderaður, sigur formaðurin, John Høgnesen. 

 - Vit hava nóg fleiri manningar við vaksnum, enn vit hava havt fyrr.

Málið hjá Tindi er at rógva seg longur fram, staðfestir formaðurin.

 - Vit hava fingið ein venjara, og tað gongur nógv betur við rógvingini hjá okkum nú. Vit dugdu ikki ordiliga áðrenn, men nú er skil á, sigur John Høgnesen.

Formaðurin smíðar bátarnar

Felagið ynskti sær nýggjan bát í 2020, men fekk at vita, at tað kundi ikki lata seg gera fyrrenn í 2022 ella 23.

Tað lat formaðurin sær ikki lynda, og so var onki annað at gera, enn at smíða sjálvur.

 - Eg spurdi Sámal (Hansen, bátasmið, red.), um eg ikki kundi vera hjá honum, meðan hann bygdi ein bát, og síðan fór eg til hús at byggja ein bát, sigur John Høgnesen.

Fyrsti báturin hjá Jogn Høgnesen var Knúkur, og síðan er tveir komnir afturat, Geytin og Sjóherji.

 - Tað var ein avbjóðing at byrja við, men nú kennist tað lættari at byggja ein bát, sigur formaðurin í Tindi.


Formaðurin, John Høgnesen (t.v.), smíðar bátarnar hjá kappróðrarfelagnum, Tindi.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723