Umhvørvisstovan sett upp á pláss

Umhvørvisstovan sett upp á pláss
Tað var Umhvørvisstovan, stovnurin hjá Magnusi Rasmussen sjálvum, sum gav boðini um, at sammøður ikki kundu vera sammøður í fólkayvirlitinum
26.08.2022 - 19:35

Børn skulu fáa eftirnavnið hjá sammóður, og sammóðir skal skrásetast í Landsfólkayvirlitið.

Tað hevur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, givið sínum egna stovni, Umhvørvisstovuni, boð um í dag.

Stovnurin hevur higartil bæði sýtt fyri hesum skrásetingum og ráðgivið um tað sama.

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Umhvørvisstovuni, vil ikki koma í sjónvarpsstovuna at tosa um málið. Hann sigur, at stovnurin nú fer at viðgera boðini frá landsstýrismanninum.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at Mentamálaráðið fer ikki at seta seg ímóti tulkingini hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, sum er tulkingarmyndugleiki á økinum. Tó heldur hann, at málið skal viðgerast nærri.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og Vinnumálum, vil ikki gera samrøðu, men sigur, at hann væntar, at Umhvørvisstovan og harvið Landsfólkayvirlitið fer at gera eftir boðunum frá honum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214