- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltøk uttan ávirkan
Í summar - tann 5. juli - settu Føroyar revsitiltøk í verk ímóti Russlandi orsaskað av krígnum í Ukraina, sum byrjaði tann 24. februar.
Føroyar settur bann fyri, at russisk farmaskip skuldu koma í Føroyska havn. Men tað var eitt tiltak uttan ávirkan, og tað vistu føroyskir myndugleikar.
Hesar upplýsingar fingu tey í Uttanríkisráðnum frá VØRN, sum skrásetir, hvørji farmaskip umskipa fisk frá russiskum fiskiskipum í Føroyum.
15 ferðir síðani bannið varð sett í verk hava farmaskip verið í Føroyum eftir fiski frá russum. Farmaskipini hava bara ikki verið russisk, og tí hevur hetta borið til.
Listin við skipum vísir, at tað enntá eru skip skrásett í Føroyum, Noreg og ES, ið flyta russararafiskin úr Føroyum. Hvagar skipini fara hevur VØRN ongar skrásetingar um, og tað er ikki eydnast Kringvarpinum at fáa upplýsingar um hetta.
Men Føroyar luttaka framvegis í russisku fiskivinnuni í Føroyum á júst sama hátt sum fyri kríggið, hóast nøgdirnar eru minkaðar eitt sindur.


















