- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingkvinna: Løgmaður eigur at skera ígjøgnum
- Løgmaður eigur at skera ígjøgnum og loysa málið, soleiðis at børn hjá samkyndum foreldrum kunnu fáa eftirnavnið hjá sammóður, tað sigur Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri javnaðarflokkin.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur kirkjumál, hevur svara spurningi frá løgtingskvinnuni, sum spurdi hvi landsstýrismaðurin metir, at børn hjá samkyndum foreldrum ikki kunnu skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður.
Landsstýrismaðurin vísir í svarinum á, at navnalógin verður tulkað á ymsan hátt í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, og tí kunnu børn hjá samkyndum foreldrum ikki skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum sigur, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal svara grein 52a fyrispurningi frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu um sama mál, og tí hevur hann onga viðmerking til málið í løtuni.
Løgmaður sigur í skrivligari viðmerking, at tað er púra greitt, at tulkingarmyndugleikin er hjá tí, sum eigur lóggávuna, sum í hesum førinum er Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.
Løgmaður sigur, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið í dag hevur sent Uttanríkis- og Mentamálaráðnum eitt upprit um tulking av navnalógini.
Løgmaður sigur seg taka sum givið, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið fylgir tulkingini hjá tí, sum hevur rættin at tulka navnalógina.



















