Ónøgd við hagalógina

Ónøgd við hagalógina
Hjá Visit Faroe Islands halda tey, at okkurt eigur at verða gjørt við gongd í haga, so lógin samsvarar við hugburðin hjá Føroyingum
11.10.2022 - 19:24

Átta av tíggju føroyingum taka ikki undir við verandi skipan um gongd í haga. Tað vísir ein kanning, sum Visit Faroe Islands hevur gjørt.
Spurd, um vit skulu hava nýggja lóggávu við felags loysn fyri alt landið, sigur ein greiður meiriluti av føroyingum "Ja" - bæði fólk í Havn og í útjaðaranum. 
Spurd, um bøndurnir sjálvir skulu sleppa at áseta gjald, siga flestu av teimum spurdu "nei", men har er munurin eitt vet størri millum høvuðstað og útjaðaran.
Nógvir føroyingar taka eisini undir við uppskotinum hjá Visit Faroe Islands, um at ferðafólk skulu rinda eitt náttúruverndargjald, tá tey koma til Føroyar. 
Og at enda heldur ein greiður meiriluti av teimum spurdu, at ein almennur gongurættur eigur at verða settur í verk í Føroyum.
Hjá Visit Faroe Islands halda tey, at okkurt eigur at verða gjørt, um hetta er hugburðurin millum føroyingar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053