So er sonn matgleði aftur í sjónvarpinum

So er sonn matgleði aftur í sjónvarpinum
Gutti Winther og "Spískamarið" verða nú aftur at síggja í sjónvarpinum, og fyrsti partur av fýra, sum verður sendur í annaðkvøld, hóskvøldið, kallast stutt og greitt "Kúgvin"
úr Spískamarinum
Gutti er glaður og í góðum hýri, og hesa ferð snýr "Spískamarið" seg um føroyska landbúnaðin
26.10.2022 - 19:30

Hóskvøldið 27. oktober, altso í annaðkvøld, verður fyrsti partur av fýra av einari nýggjari sesong av "Spískamarinum". 

Gutti er glaður og í góðum hýri, og hesa ferð snýr "Spískamarið" seg um føroyska landbúnaðin.

Í fýra sendingum vitjar "Spískamarið" bø og garðar kring Føroyar og kannar, hvussu alt byrjaði, hvussu tað gongur í dag, og hvussu framtíðin kann síggja út hjá føroyskum landbúnaði.

 

Kúgvin

Fyrsti partur "Kúgvin" snýr seg um, hvussu týdningarmikil kúgvin var fyri Føroya fólk upp gjøgnum tíðirnar.

Gutti vitjar Sigert Patursson, bónda, á Vatnaskørðum.

Har slakta tey eina kúgv, sum hevur tænt fyri seg.

12 ára gamla kúgvin hevur eitt serligt pláss í hjartanum á Sigerti Patursson, so tað er við ringum tannabiti, at bóndin noyðist at slakta kúnna. 

Sigert Patursson metir, at kúgvin hevði mjólkað 100.000 litrar í síni livitíð, og samanlagt er tað ein inntøka upp á 600.000 krónur til garðin á Vatnaskørðum. 

Tað er ein álvaramikil løta, tá ið kúgvin verður slaktað, og tað sæst á Gutta Winther, ið vanliga brosar upp um bæði oyru. Tað ger hann ikki her. 

"Eitt veldigt djór og nógv blóð. Eg havi etið so nógv neytakjøt í mínum lívi, men tað er ov nemt, at eg ikki havi sæð eina kúgv blivið slaktaða fyrr. Hetta er nokk so ógvisligt," viðgongur Gutti Winther.  

"Ja, men hetta er veruleikin," staðfestir Sigert Patursson, bóndi. 

Síðani fer Gutti at gera ost á mjólkarvirkinum. 

Gutti vitjar eitt sera matligt tjald á Bacalao. 

Og hann endar ferðina við at borðreiða fyrsta floks osso buco og tatar í Kirkjubø.

 

Upptikið í 2020-21

Hendan sesongin av Spískamarinum er tikin upp undir koronutíðini í 2020-21.

Nógv er hent síðani tá, og tí kann tað koma fyri, at summi fólk ikki gera tað sama í dag, sum tey gera í sendingunum.

Hinvegin er matgleðin enn tann sama, sum hon altíð hevur verið. 

So gleðið tykkum til, at sonn matgleði aftur verður at síggja í sjónvarpinum. 

 

Hvat: Spískamarið - í bø eg gangi (1/4)
Heitið Kúgvin
Hvar: Í sjónvarpinum
Nær: Hóskvøldið 27. oktober
Klokkan: 19.25

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136