- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búgva: Gloym ikki vallyftini
Búgva: Gloym ikki vallyftini
Bústaðartrot fylti nógv í valstríðnum, og nú heitir forkvinnan í Búgva á flokkarnar um ikki at gloyma vallyftini í samgongusamráðingunum
13.12.2022 - 17:00
Tað almenna má seta ferð á bústaðarbygging. Landið eigur at raðfesta íbúðir til øll, sigur Elin Hentze, sum er forkvinna í áhugafelagsskapinum Búgva, sum arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum.
Tað er neyðugt, tí tað er blivið somikið dýrt at byggja, at Bústaðir klárar ikki at bjóða fólki bíligar leigubústaðir.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, vitjaði í sjónvarpsstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















