Fimleikur á roykivirkinum

Fimleikur á roykivirkinum
Estetiski fimleikurin í Klaksvík hevur fingið munandi betri umstøður. Eftir at hava runnið ímillum fleiri ymisk venjingarhøli eru tey nú flutt inn á roykivirkið
13.02.2023 - 17:33

Tey telja ikki longur tons á gamla roykivirkinum í Klaksvík - tey telja taktir.

 - Nú eru vit so komin her á roykivirki, sum líkasum er okkara. Vit skulu ikki kappast við nakran annan um tíðir, so tað er munandi lættari, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Fimleikafelag, Sólrun Larsen.

Í fjør byrjaðu estetisku kappingarliðini hjá Klaksvíkar Fimleikafelag aftur eftir langan steðg, og í desembur flutti Klaksvíkar fimleikafelag inn í nýggju hølini, sum tá als ikki sóu út, sum tey gera tveir mánaðir seinni.

 - Tá vit hoyrdu um hetta hølið, var tað brúkt til goymslu. Her vóru nógv stór ting inni, og onkrir veggir vóru, sum vit hava brotið niður. Rúmið er ruddað, gólvið er lagt, vit hava málað og vaskað, so tað skuldu nógvar kreftir til at fáa tað at síggja so gott út, sum tað ger nú, sigur forkvinnan.

Nýggju umstøðurnar hava havt góð úrslit við sær beinanvegin - pinkurnar vórðu nummar tvey í fyrru steypakappingini fyri kortum - men hava eisini langtíðarmøguleikar við sær.

 - Málið er at fáa fleiri lið og fleiri venjarar, soleiðis at vit kunnu koma á sama stig sum hini feløgini í Føroyum. Nú byrja vit við tí estetiska, men málið er eisini at byggja amboðsfimleikin og taka hann við eisini, sigur Sólrun Larsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595