Andstøðan: Neyðhjálpin skal latast føroyskum hjálparfelagsskapum at umsita

Andstøðan: Neyðhjálpin skal latast føroyskum hjálparfelagsskapum at umsita
Tær átta milliónirnar, sum eru lætnar í neyðhjálp, fara ikki at røkka endamálinum, halda andstøðutinglimirnir Jenis av Rana (M) og Johan Dahl (B)
Ritzau / Scanpix
Ein drongur við einum breyði gongur framvið oyðilagdu bygningunum í býnum Jandaris í Sýria
20.02.2023 - 22:40

Føroyska neyðhjálpin skal heldur latast fleiri føroyskum felagsskapum, sum virka beinleiðis í raktu økjunum.

Tað halda andstøðulimir, sum finnast at uppskotinum um føroysku neyðhjálpini til Ukraina, Turkaland og Syria.

Løgtingið hevur játtað sjey milliónir krónur til Ukraina, og eina milllión til jarðskjalvta raktu Turkaland og Syria.

Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sum er forkvinnan í fíggjarnevndini, fegnast hinvegin um hækkaðu upphæddina

 

Føroyingar skulu umsita hjálpina

Tað er millum annað hetta býtið av neyðhjálpini, ið er follið summum andstøðulimum fyri bróstið.

Spurnatekin verður eisini sett við, hví løgtingið velur at lata UNHCR, einum ST-felagskapi, neyðhjálpina, heldur enn at lata hana til føroyskar neyðhjálparfelagskapir. 

Endamálið var ikki at velja ein altjóða hjálparfelagsskap framum teir føroysku, men heldur at tryggja sær, at hjálpin kom skjótt fram á rætta stað, sigur Eyðgunn Samulesen, forkvinnan í fíggjarnevndini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985