Íbúðarbygging í leysum lofti

Íbúðarbygging í leysum lofti
Nógv seinkaða íbúðarbyggingin í Fuglafirði fer at kosta kommunukassanum 30 milliónir krónur. Fyrstu milliónirnar eru longu goldnar einum felag, sum ongantíð hevur verið til.
24.02.2023 - 10:52

Á sumri 2020 keypti Fuglafjarðar Kommuna seks íbúðir, sum kommunan skal leiga út til fólk í kommununi, 60 ár og eldri. Íbúðirnar eru partur av eini nýggjari íbúðarbygging í býnum, har tilsamans 18 leiguíbúðir skulu byggjast.

Endaliga skeytið um tær seks íbúðirnar er undirskrivað av Sonna á Horni, táverandi borgarstjóra, og Eyðfinn Reyðberg, umboðandi P/F Toftanes, 2. juli 2020.

Sambært skeytinum kosta tær seks íbúðirnar tilsamans 13,05 milliónir krónur. Ein fjórðingur av prísinum, 3.262.500 krónur, skal gjaldast beinanvegin.

P/F Toftanes er tó ikki til og hevur ongantíð verið til. Tað váttar Skráseting Føroya.

Av ymsum orsøkum verður íbúðarætlanin flutt á eitt annað stykki við síðuna av, sum sp/f Toftanes 2 keypir frá kommununi seinni.

Hóast staðsetingin verður flutt - og hin parturin nú er eitt smápartafelag við øðrum navni - so er avtalan framvegis, at Fuglafjarðar Kommuna skal gera alt økið byggibúgvið til tær 18 íbúðirnar.

Tað veri seg planering, stuðlaveggir móti lendinum, trappur, lyftir, skráningar, parkeringspláss, tún, ljós og so framvegis.

Kommunala útreiðslan á stykkinum, sum sp/f Toftanes 2 also eigur, er tilsamans umleið 17 milliónir krónur.


Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði (Mynd: Gestur Lómstein)

Í dag, tvey ár og átta mánaðir eftir at Fuglafjarðar Kommuna keypti seks íbúðir frá P/F Toftanes, hevur kommunan framvegis ongar íbúðir fingið. Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, veit í dag ikki við vissu, nær íbúðirnar verða lidnar.

Torben Nielsen, stjóri í sp/f TN Bygging, sum skal byggja íbúðirnar fyri felagið hjá Eyðfinni Reyðberg, upplýsir, at arbeiðið tekur 18 mánaðir. Tí verða íbúðirnar væntandi lidnar á sumri 2024, sigur hann.

Kringvarpið royndi allan dagin í gjár at fáa fatur á Eyðfinni Reyðberg, men til fánýtis.

 

 

Eldri borgarar fegnaðust

1. september í 2020 var eitt innslag í Degi og viku, har eldri borgarar í Fuglafjarðar kommunu søgdu seg fegnast um, at leiguíbúðir nú blivu bygdar í býnum. 

Viðlíkahald av sethúsum er ein avbjóðing, tá fólk koma upp í árini. 

Sí innslagið HER

Í somu Degi & Viku var drúgv umrøða av íbúðarbyggingini í Fuglafirði, har eisini varð tosað við hjúnini Annu & Jógvan Martin Joensen, Sonna á Horni, táverandi borgarstjóra í Fuglafirði, og Eyðfinn Reyðberg, stjóra í "P/F Toftanes". Sí alla sendingina HER.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512