O, móðurlandið

O, móðurlandið: Vakrasta blað í søgu Danmarkar (2:6)
16-03-2023

Í øðrum parti í røðini um Føroyar og støðu okkara í danska ríkinum verða árini eftir Seinna Heimsbardaga og fólkaatkvøðuna í Føroyum í 1946 fram til 1970 tikin til umrøðu.

Hóast nýggi felagsskapurin Sameindu Tjóðir heitir á øll hjálandaveldi um at hjálpa sínum gomlu hjálondum at fáa sjálvstýri, vil Danmark ikki sleppa Føroyum og Grønlandi. Og við grundlógarbroytingini í 1953 ætlaði Danmark at fáa Grønland inn undir seg sum amt.

Trætan Føroya og Danmarkar ímillum eftir kolldømdu fólkaatkvøðuna í 1946 endar tvey ár seinni við nýggju heimastýrislógini, sum gevur Føroyum víðkað sjálvræði innan danska ríkið. Politisku flokkarnir í Føroyum vóru ójavnir á máli um eina nýggja stýrisskipan.

Fólkaflokkurin vrakaði heimastýrislógina, men hinir tríggir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, góðkenna heldur treyðir uppskotið til nýggjan sáttmála, sum danir leggja fyri føroyingar. Hesaferð sleppur vanligi føroyingurin ikki at taka støðu sjálvur á einari fólkaatkvøðu sum í 1946. Allir flokkar geva seg kortini sum frá líður undir nýggju skipanina, bæði Fólkaflokkurin, sum ikki vildi vita av henni, og eisini hin nýggi Tjóðveldisflokkurin, sum var stovnaður í mai 1948 sum eitt mótmæli ímóti kolldømdu fólkaatkvøðuni í 1946. Og áðrenn langt um líður kunnu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin arbeiða saman.

Sum árini ganga, gerast Føroyar alt meira bundnar av donskum pengum. Ríkisveitingin økist, og samfelagið verður stigvíst útbygt. Javnaðarflokkurin við Peturi Mohr Dam, løgmanni, á odda, verður ímyndin av uppbyggingini av føroyska vælferðarsamfelagnum í 60-árunum. Alt tos um sjálvstýri í Føroyum tykist tagnað.

Suni Merkistein og Jógvn Eli Dam leggja til rættis.

O, móðurlandið

Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum. Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr.

Seks partar eru í alt í nýggju sendirøðini, ið ber heitið "O, móðurlandið". Farið verður víða um í einari breiðari lýsing av evninum. Nýggjar samrøður eru gjørdar við fleiri enn fjøruti fólk, hartil er fitt av eldri tilfari útvegað bæði úr føroyskum og donskum søvnum.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis.

Tríggir partar verða sendir fyri páskir og hinir tríggir eftir páskir.