O, móðurlandið

O, móðurlandið!: Fara upp á tjólegg, detta niður á langlegg (3:6)
23-03-2023

Triði partur í røðini fevnir um 70-ini, 80-ini og 90-árini.

70-ini eru rættilig framburðsár í Føroyum. Menning og vøkstur sæst um alt samfelagið.

Tá ið Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skipa samgongu í 1975, verður á fyrsta sinni farið undir veruligar yvirtøkur. Men vøksturin í ríkisstuðlinum úr Danmark stendur kortini við og økist hesi árini.

Atli Dam er løgmaður øll 70-ini. Hann er hin nýggi, sterki maðurin í føroykum politikki. Hann kemur í andglettin í rokmiklu EEC-trætuni, ið gjørdist stríðsmál í Føroyum fyrrapartin í 70-árunum, men málið endaði soleiðis, at allir føroyingar vóru nøgdir. Var hetta partvíst eitt tjóðskaparmál, so var onnur træta, ið kyknaði upp stutt eftir - málstríðið í Hoydølum - tjóðskaparstríð burturav.

80-ini eru eitt kapitul fyri seg í Føroyum. Tá fer alt av lagi í einum "dance macabre", har eingin gáaði um reyð ljós ella ávaringarlúðrar.

Ikki fyrr enn í 1992 - best sum føroyingar fegnast um at hava vunnið áralanga stríðið um ráevnini í undirgrundini - vakna vit við kaldan dreym. Føroyar eru rætt og slætt farnar á húsagang. Fólka missa tað, tey eiga, og rýma yvir háls og herðar av landinum - til Danmarkar. Eini 5000 í alt. Fólkatalið minkar á leið tjúgu prosent. Í nýggjari tíð hevur neyðin ikki verið so ring í Føroyum sum nú.

Støðan í Ríkisfelagsskapinum er spent. Føroyar verða settar undir umsiting, og danska stjórnin leggur við beinharðar treytir fyri sínum hjálparpakkum. Føroyar eru bæði fíggjarliga og í sínari særdu sjálvsfatan varpaðar langt aftur í amtstíðina.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis.

O, móðurlandið

Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum. Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr.

Seks partar eru í alt í nýggju sendirøðini, ið ber heitið "O, móðurlandið". Farið verður víða um í einari breiðari lýsing av evninum. Nýggjar samrøður eru gjørdar við fleiri enn fjøruti fólk, hartil er fitt av eldri tilfari útvegað bæði úr føroyskum og donskum søvnum.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis.

Tríggir partar verða sendir fyri páskir og hinir tríggir eftir páskir.