Ítróttarfólkini eru stór íblástrarkelda

bannari
Ítróttarfólkini eru stór íblástrarkelda
Ein hin størsta kelda til íblástur hjá vanliga borgaranum er, tá føroysk ítróttarfólk royna seg í altjóða kapping, heldur Heri Simonsen, sum hevur fingið stóran heiður frá ÍSF
09.07.2023 - 01:19

Fríggjakvøldið fekk Heri Simonsen gullnál frá Ítróttasambandi Føroya.

Á hugnaløtu á oynni Herm, var heiðurin handaður Hera Simonsen fyri í nógv at hava gjørt "eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt".

Heri Simonsen hevur í nógv ár miðla føroyskan ítrótt á fleiri pallum. Serliga mann hann vera kendur fyri sítt pláss í útvarpsstovuni, har hann við hegni gevur frásøgumonnum ein tryggan pall at varpa út frá. 

Sjálvur sigur Heri Simonsen, at góð avrik hjá føroyskum ítróttarfólki er stór kelda til íblástur hjá vanliga borgaranum.

 - Tað er so motiverandi at síggja føroysk ítróttarfólk... gera sítt besta fyri Føroyar, og tað er ein hin størsta inspiratiónskeldan vit hava, vit vanligu føroysku borgararnir, sigur Heri Simonsen.

Sí longri samrøðu við ótroyttiliga miðlamannin omanfyri.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392