Tveir sigrar í liðkappingini í borðtennis

bannari
Tveir sigrar í liðkappingini í borðtennis
Tað hevur gingið væl hjá borðtennisliðnum í Guernsey higartil. Føroyar hava vunnið á Menorka og Hetlandi, og nú bíðar avgerandi bólkadystur ímóti Gotlandi
09.07.2023 - 15:28

Føroyska borðtennislandsliðið hevur fingið góða byrjan upp á Oyggjaleikirnar.

Fyrrapartin vunnu Føroyar 5-2 á Menorka, og fyri løtu síðan tryggjaðu føroyingarnir sær annan sigurin á rað, tá tað endaði 7-0 ímóti Hetlandi.

Nevnast kann, at Ári Fríðason Jensen spældi fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum í blandaðum tvímansleiki saman við Anju Wongwai, og tey bæði vunnu sín dyst 3-2.

Klokkan 18.45 spæla Føroyar avgerandi dyst um at sleppa víðari úr bólkinum ímóti Gotlandi.

Vit vóru framvið, tá Durita Fríðadóttir Jensen vann sín dyst ímóti Hetlandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541