Vit spæla uttan trýst

Vit spæla uttan trýst
Alt trýstið liggur á Molde, og KÍ kann spæla frítt, tí málið er longu rokkið. Tað heldur norski venjarin, Magne Hoseth, sum saman við liðnum er ein dyst frá Evropa League
14.08.2023 - 20:35

KÍ-spælararnir kunnu fara á vøllin ímóti Molde uttan ótta, tí málið er longu rokkið.

Tað sigur venjarin, Magne Hoseth. 

Føroyameistararnir hava við framúr avrikum sent bæði Ferencvaros og BK Häcken úr Champions League-undankappingini og Conference League-bólkaspælið er longu tryggjað.

Í síðstu viku vunnu teir 2-1 á norska meistaranum, Molde, og eydnast at spæla seg til samanlagdan sigur í annaðkvøld, er bólkaspælið í Evropa League tryggjað, og bert turkiska stórfelagið, Galatasaray, stendur ímillum klaksvíkingarnar og Champions League-bólkaspælið.

Tí heldur norski KÍ-venjarin, Magne Hoseth, at KÍ einki hevur at tapa týskvøldið.

 - Molde hevur alt trýstið á sær, meðan vit einki hava. Vit hava nátt okkara málið, og spælt og vunnið á Molde eina ferð. Vit vilja, men teir mugu, og á hesum er stórur munur, sigur Magne Hoseth.


Leikætlanin verður hin sama

KÍ hevur spælt meir ella minni á sama hátt í øllum fimm evropa-dystunum í summar. Liðið hevur sum útgangsstøði ligið langt afturi og vart við eini 5-4-1 skipan við Luc Kassi sum fremsta manni, men hevur hótt við góðum og ikki minst effektivum kontraspælið. 

Í løtum hevur eisini eydnast at halda væl upp á bóltin og spæla meiri skipað álopsspæl. Hetta verður ikki broytt í Molde.

 - Vit høvdu bóltin eitt sindur meir ímóti Molde og í 2. hálvleiki ímóti Häcken. Vit rokna við at hava bóltin eitt sindur, men vita, at vit mugu vera skipaðir fyri at halda teimum frá máli tíðliga í dystinum, og so kunnu vit byrja at spæla fótbólt, tá dysturin so líðandi loysnar eitt sindur, sigur Magni Hoseth, sum umframt at vera venjari hjá KÍ, eisini telist sum ein av størstu spælarunum í søguni hjá Molde.

 - Tað fer á ongan hátt at órógva í morgin, sigur hann.


Bæði beinini á jørðini

Liðskiparin, Jákup Biskopstø Andreasen, heldur ikki, at óvanliga góða støðan, sum KÍ hevur spælt seg í ávirkar hópin stórvegis.

 - Tað verður sagt, at hetta er tann størsti (dysturin, red.), men soleiðis var eisini áðrenn síðsta dyst og áðrenn næstsíðsta dyst, so tað er nógv tað sama. Tá alt kemur til alt, so er hetta ein dystur, sum verður avgjørdur innanfyri tær hvítu linjurnar, og tá er tað 11 ímóti 11, leggur hann dent á. 

Alt annað verður sett til viks, sigur liðskiparin og vísir á, at spælarahópurin er rættiliga royndur og hevur spælt nógvar stórar evropeiskar dystir seinastu árini.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638