- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hon leyp á leistum
"Emma var móðirin, sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knýtt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálina." Soleiðis skrivaði Frits Johannesen í føðingardagsgrein, tá Emma Winther 4. februar í ár (1998) fylti 80 ár. Emma Winther var fyrsta kvinna, sum varð sett í fast starv sum kommunulækni í Føroyum. Sum kommunulækni í Fuglafirði hevði hon eisini bygdirnar Lorvík, Gøturnar, Oyndarfjørður, Hellurnar, Funningsfjørð og Elduvík. Tey fyrstu árini Emma var kommunulækni var einki vegasamband við bygdirnar norðanfyri, og tí veit Emma frá nógvum baldrutum túri at siga - bæði á sjógvi og um fjøll. Emma Winther var kommunulækni í Fuglafirði frá 1954 til 1980. Tá ætlaði hon sær at gerast bóndakona á Skarvanesi, har tey høvdu hús og jørð. Men á Skarvanesi var Emma bara í eina viku. So var hon aftur í læknaarbeiði. Fyrst sum avloysari fyri Poul Olsen í Runavík, og stutt eftir byrjaði hon sum røntgenlækni á Landssjúkrahúsinum. Har var hon í níggju ár - til hon varð pensionerað sum 72 ára gomul. Tá ið Emma gavst at arbeiða sum lækni, hevði hon ymisk frítíðarítriv. Hon vevaði, bant bøkur inn, skrivaði á teldu og annað. Lagt til rættis: Ragnar A. Jacobsen og Tórður Mikkelsen. Malan Johannesen las úr føðingardagsgrein hjá Frits Johannesen Sendingin er frá 1998. Emma Winther andaðist í 2016, 98 ára gomul.
Hon leyp á leistum
"Emma var móðirin, sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knýtt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálina." Soleiðis skrivaði Frits Johannesen í føðingardagsgrein, tá Emma Winther 4. februar í ár (1998) fylti 80 ár.
Emma Winther var fyrsta kvinna, sum varð sett í fast starv sum kommunulækni í Føroyum. Sum kommunulækni í Fuglafirði hevði hon eisini bygdirnar Lorvík, Gøturnar, Oyndarfjørður, Hellurnar, Funningsfjørð og Elduvík. Tey fyrstu árini Emma var kommunulækni var einki vegasamband við bygdirnar norðanfyri, og tí veit Emma frá nógvum baldrutum túri at siga - bæði á sjógvi og um fjøll. Emma Winther var kommunulækni í Fuglafirði frá 1954 til 1980. Tá ætlaði hon sær at gerast bóndakona á Skarvanesi, har tey høvdu hús og jørð. Men á Skarvanesi var Emma bara í eina viku. So var hon aftur í læknaarbeiði. Fyrst sum avloysari fyri Poul Olsen í Runavík, og stutt eftir byrjaði hon sum røntgenlækni á Landssjúkrahúsinum. Har var hon í níggju ár - til hon varð pensionerað sum 72 ára gomul. Tá ið Emma gavst at arbeiða sum lækni, hevði hon ymisk frítíðarítriv. Hon vevaði, bant bøkur inn, skrivaði á teldu og annað.
Lagt til rættis: Ragnar A. Jacobsen og Tórður Mikkelsen.
Malan Johannesen las úr føðingardagsgrein hjá Frits Johannesen
Sendingin er frá 1998.
Emma Winther andaðist í 2016, 98 ára gomul.