Familjuviðurskifti og viðhaldsfólk á norska breddanum

bannari
Familjuviðurskifti og viðhaldsfólk á norska breddanum
Familjuviðurskiftini, føroysku viðhaldsfólkini og eitt hondbóltsævintýr uttan líka vóru ovast á breddanum, tá stóru norsku miðlarnir vitjaðu føroysku leguna fyrrapartin
12.01.2024 - 14:47

Stórur áhugi var fyri hondbóltslandsliðnum millum norsku miðlarnar, sum vitjaðu føroysku leguna fyrrapartin.

NRK, TV2 og Viaplay vóru øll komin at spyrja nærri um føroyska hondbóltsævintýrið. Føroysku viðhaldsfólkini, sum gjørdu vart við seg á Mercedes Benz-Arena í gjár, og familjuviðurskiftini í føroyska hópinum vóru ovast á norska breddanum.

 - Vit sóu allar 5000 føroyingarnar, sum eru komin higar, á Mercedes Benz-Arena í gjár, og løgdu merki til serliga huglagið, sum tey skaptu, sigur Frode Søreide frá NRK.

 - Eg búgvi á gistingarhúsi saman við nógvum av hesum føroyingunum, og tað er sum at vera í Føroyum, tá vit eta, fortelur Anja Borg frá TV 2.

Regine Anthonessen frá Viaplay hevur serliga stóran áhuga fyri familjuviðurskiftunum í føroyska landsliðshópinum. 

 - Tað er jú sjálvsamt, at so nógv eru í familju á sama liði, greiðir hon frá.

 - Tú hevur tvey beiggjapør, sum eisini eru systkinabørn. So er mamman forseti og pápin mentalvenjari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531