Ungdómstinglimir: "Vit eru politiska framtíðin"

Ungdómstinglimir: "Vit eru politiska framtíðin"
Tað eru tey ungu, ið skulu arva føroyska fólkaræðið. Tí er tað umráðandi at skipa fyri ungdómstingum, halda bæði ungdómstinglimir og løgtingsforkvinnan
Bjarni Árting Rubeksen
Næmingar í framhaldsdeildum um alt landið seta í hesum dagsskránna í løgtinginum, nú skipað verður fyri níggjunda ungdómstinginum
06.02.2024 - 07:00

Í hesum døgum skipar løgtingið fyri níggjundu ferð fyri ungdómstingi, har næmingar í framhaldsdeildunum hava tikið sess í løgtinginum og seta dagskránna. 

32 næmingar úr átta skúlum luttaka, og teir hava lagt 10 uppskot fram um eitt nú samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og harðari revsing fyri neyðtøku.

 

Geva innlit í fólkaræðið

Løgtingið avgjørdi í 2005 at skipa fyri ungdómstingi, og fyrsta ungdómstingið var í 2006.

Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. 

"Næmingarnir fáa her høvi at læra at gerast ein virkin partur av fólkaræðnum, og teir uppliva í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði. Og so fáa næmingarnir eisini innlit í, hvør leikluturin hjá løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá løgtinginum fevnir um."

Røðan, ið løgtingsforkvinnan helt, tá hon setti ungdómstingið, kann lesast her. 

 

Tey ungu eru framtíðin

Luna Klein Joensen úr Runavíkar kommunuskúla er samd við løgtingsforkvinnuni, at ungdómstingið er við til at tryggja framtíðina hjá føroyska fólkaræðnum.

"Vit ungu eru politiska framtíðin, og tí er tað gott, at vit sleppa at royna okkum sum politikarar. Men tað er eisini gott, at løgtingslimir sleppa at hoyra, hvat rørir seg millum okkum ungu," heldur Luna Klein Joensen, sum saman við Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal úr Tofta skúla legði fram uppskot fyri ungdómstingið um at herða revsingina fyri neyðtøku. 


Starvsnæmingarnir í Kringvarpi Føroyar í løtuni, Poula Hammer úr Skúlanum við Streymin og Lý Petersen úr Fuglfjarðar skúla, vóru í løgtinginum til setanina av ungdómstinginum og gjørdu hetta innslagið fyri Dag og viku (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849