Tróndur Kragesteen: - Eg hugsaði ikki um tíðina

Tróndur Kragesteen: - Eg hugsaði ikki um tíðina
Royndi spælskiparin gjørdist hetjan hjá Neistanum, tá hann skeyt havnarfelagið í steypafinaluna í evstu løtu ímóti KÍF í Kollafirði
12.02.2024 - 13:49

Bert tvey sekund vóru eftir, tá Tróndur Kragesteen skoraði avgerandi málið ímóti KÍF og sendi Neistan í steypafinaluna í hondbólti. 

Spælskiparin fekk brádliga bóltin í leysari støðu, og hann gjørdi skjótt av og skoraði til 23-21. Fyrra steypafinalan endaði 22-21 til KÍF, og so vann Neistin samanlagt.

 

Høllin í Kollafirði (Faxe Kondi-kappingin)
KÍF - Neistin, 21-23 (7-11)

Toppskjúttar KÍF :Bárður Dam 6, Fríði Weyhe 4
Toppskjúttar, Neistin: Erik Karlsson 8, Pauli Høj 4

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037